Heljareyga : Heljareyga

Folk Metal / Danemark
(2010 - Tutl)
En savoir plus

Les paroles

1. REGNIÐ

Ódn og náttin svørt, ið ravnin við sær hevur ført
Svarta flog, ið ber mær boð at fylgja við

Við á eina ferð í aðra verð, tí nú at ódn og ilsku ber
Illgongd leið at bróta eið og allan frið

Einsamallur út í

Regnið
Vindin
Myrkrið

Frammanfyri

Bergið
Brimið
Stormin

Ravnur vindi reið

Tíð mín vinur ver og meg um ár og aldur ber
Burtur frá um ægin blá og norðanvind

Leiðin liggur út har lagnan lær og garmar goyggja eftir mær
Ódnarljóð har stormur stóð um fjallatind

Vindi reið eitt ravnaflog
Bar við sær tey sorgarboð
Og eina myrkursgerð
Boðar bráa burturferð

Ta longu vøkunátt
Veingir tóna toruslátt
At royna sáttargerð
Kanska bøtur einaferð


2. HELJAREYGA

Mín dýrmæta tið
Hvar fer hon og hví
Droymandi mong og long ein løta leið

Tann áin, ið rann
Har jarðklettin fann
Máaði burtur túsund ára skeið

Undir aldarjørð
Hugahellan hørð
Sum við Beinisvørð
Mín hugur hellan var

Barda bergið frítt
Brýtur brimið hvítt
Tekur tíðin sítt
Eitt heljareyga sær

Stjørnur standa hátt
Eina øld uttan egna megi og mátt

Øll ókomin ár
Hvørt farið eitt vár
Upphavs og enda gáta gerst mær greið

Um hvarv hvørvisjón
Og sveik meg øll vón
Hugurin sær í Heljareygað seig

Stjørnur falla brátt
Og í kvøld stígur lagnan um mína gátt


3. LAGNAN

Einki er so balt
At tað verður ikki alt
Nú nærkast ein vetrarbreyt
Lagnan tilverunnar treyt

Tá Nornir kalt
Hava dagar allar talt
Tó endaleys ævin er
Náðileyst at enda ber

Dagarnir flúgvandi fara
Fornøld eftir øld
Eydnan man fløða og fjara
Mannalagnan køld

Væna hjá mær ver
Tá at hvíldarkvøldi ber
Og veturin kaldur kom
Ástin tilverunnar trom

Tó frystir enn
Heiti eldur hjá mær brenn
Tá kavin har kaldur lá
Hitar blíða eygnabrá

Myrknandi ókomin ár
Tigandi fellur eitt tár
Ástina fornminnið fjalir
Tigandi tónleikatrælur

Tikin av kaldari tøgn
Stíg inn í søgu og søgn
Brenn sum ein Nykbrandur hátt
Í lofthavið dottin á veturnátt


4. FEIGDIN

Logar bragdareldurin innast í míni sál
Mær í bukandi bringu brennr eitt bál
Og mín trá stendur á tann hetjunnar sal
Kendi ongantíð at eg hevði eitt val

So líkasæl stjørnufjøldin ørandi fjar
Alla tíð Kappin kaldur alheimin sær
Yvir heimin hann kastar kaldastu tøgn
Berið skjótt at tí skamm er ævinnar søgn

Eitt stjørnuskot, náttarlot, eru til bert eitt bil

Ein feigdarferð
Er mín í hesu verð
At váðaloga leiðin ber
Har hvør ein feigur fer
Til eingin eftir er

Vekir meg í nátt hvassa norðanvindanna kall
Tá mín stjørna av náttarhimninum fall
Brøttum bergi eg stóð og stardi útav
Sá eitt veingjaflog hvørva norður í hav

Tey tykjast forðandi frammanfyri mær fjøll
Standa eftir tá ævin loksins er øll
Er tá eingin at ganga við mína lið
Hvat er eftir tá alt er farið framvið

Fánað fornminnis mynd
Neyvan upp á navnfrægdar tind
Og nú setandi sólin lækkar

Søkk í gloymskunnar hav
Kaldur undir ísandi kav
Eingin veit hvar ið feigur flakkar

Alt í kaldari tøgn
Eftir standa søga og søgn
Um tann dag tá ein drongur dapur

Gekk tey lúgvandi fjøll
Heim í Heidna Hetjunnar høll
Vágan vinnur, og váan tapir


5. VETRARBREYTIN

Eitt vesalavætti í vónloysi gekk her á jørð
Regnið var kalt og stigini tung
Armur drap høvur í tøgn

Tá stakkalastjørnan sást bleiktra á hválvinum hvítt
Náttin var kvirr og landið var myrkt
Armur lyft andlit títt upp

Tá vón er úr eygsjón

Lagnur liggja eftir á
Okkum ævinleikin fá
Náttarhimin hylir mína trá
Lagnur liggja eftir á
Vetrarbreytin yvir ægin blá
Okkum ævinleikin fá
Náttarhimin hylir mína trá
Lagnur liggja eftir á
Vetrarbreytin blá

Stjørnufjøldin tíðarbrandi brá
Mannafjøldin fá
Stjørnufjøldin tíðarbrandi brá
Gravartøgnin grá

At avnokta gud tað fall mær í lut
Av summum var sagt at betur var tagt
Hildið tátt um tílíka tign, so lemjandi ein lygn
Tortrúgvin og vísindin vá

Um úti er kalt og málið er fjalt
Á myrkari nátt at falla í fátt
Missa vón er ikki eitt val, ið kemur uppá tal
Fornhetjan, ið brandinum brá

paroles ajoutées par Bloodless - Modifier ces paroles